Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
FO- 188 Hoyvík
Leiðari: Levi Mørk
Tlf.: leiðarin 210547
Teldupostur: levi@torshavn.fo
Varaleiðari: Bjørg Danielsen
Tlf.: varaleiðari 212372
Álitisfólk: Charlotta á Váli Olsen, námsfrøðingur
Trygdarumboð:
Telefonnummar:
Starvsfólk FTS: 212729
Leiðarin FTS: 210547
Skrivstovan FTS: 302372
Leinkir:
Ungdómsvirksemi í Hoyvík:
Hoyvíkar skúli:
Tórshavnar kommuna:



Faldarin hjá í Frítíðarskúlin í Hoyvík
Endamáli hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík:
Tað er sera umráðandi, at barnið veksur upp í einum tryggum og mennandi umráði, har tað hevur møguleikar at menna seg á flest øllum økjum.
Tá børnini eru hjá okkum, eru tey innan tryggar karmar. Vit fara at royna at stimbra og menna tey sosialt, skapandi og kropsliga.
Námsfrøði:
Vit leggja vekt á tað fría spælið, sum hoyrir heima á einum frítíðarskúla. Tvs. sjálvlæring, er tað sum vit royna at læra og menna børnini til. Sjálvsagt eru børnini undir ábyrgd frá teimun vaksnu. Vit hava nógv tilboð, sum ítróttur, verkstaður, stillarúm, pútirúm, teldur, útferðir, o.a. sum vera styrd av teimun vaksnu og tað er upp til børnini um tey ynskja at vera við til tey ymisku tilboðini ella ikki.
Minnist til:
Frítíðarskúlin hevur stongt, tá ið Hoyvíkar skúli hevur stongt. Sí heimasíðu skúlans.
Sjúka:
Um barnið er sjúkt ella ikki kann fara út, av eini hvørjari orsøk, skal barnið ikki koma í frítíðarskúla.
Praktisk viðurskifti:
Matpakki:
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Matpakkin verður í flestu førum etin í skúlastovuni.
Millummáli:
Børnini fáa millummála hvønn dag uml. kl. 14.00-14.30.
Telefon:
Fyri at tað, í mest møguligan mun, skal vera gjørligt hjá foreldrum at koma í samband við frítíðarskúlan, hevur starvsfólkið altíð eina fartelefon við hondina. Ringjast kann á tlf.:
Starvsfólk í frítíðarskúlanum: 212729
Leiðarin í frítíðarskúlanum: 210547
Varaleiðarin í frítíðarskúlanum: 212372
Skrivstovan í frítíðarskúlanum: 302372
Fartelefon:
Um børnini hava fartelefon við, skal hon vera sløkt meðan tey eru í Fríðtíðarskúlanum og má bert verða nýtt undir serligum umstøðum - í samráð við starvsfólkini.
Klædnarúm:
Børnini hava hvør sítt klædnarúm í inngongini.
Í klædnarúminum hevur hvørt barnið sítt egna pláss t.d knagar og plastkassa.
Klædnarúmið skal tømast síðsta fríggjadag í hvørjum mánaða - hetta vegna at reinføri kann vera í hásæti.
Skiftiklæðir:
Børnini mugu hava skiftiklæðir við hvønn dag. Harumframt mugu tey hava gummistilvar, regnklæði, ullintar hosur, og um veturin kavadrakt, húgvu og vøttir.
Øll klæðini skulu vera merkt við navni. Foreldrini hava ábyrgdina av, at skiftiklæðini eru í kassanum.
Gloymd klæði verða latin neyðhjálp eftir tríggjar mánaðir.
Ábyrgd verður ikki tikin fyri leikum, ið børnini sjálvi hava við.
Hvítanes:
Farið verður til gamal skúlan á Hvítanesi eftir tørvi, serliga er tað sertoymið, sum brúkar Skúlan á Hvítanes.
Hvussu leingi er opið:
Stovnurin hevur opið eftir skúlatíð til kl. 17.00
Umráðandi:
Tá børnini fara heim skulu tey blíva krossaði av í protokollini, ið liggur í gongini. Somuleiðis skulu tey eisini siga farvæl við eitt av starvsfólkunum, sum eru til kl. 17.00.
Gjald fyri Frítíðarskúlan:
Gjaldast skal fyrst í mánaðinum.
Rokning verður send á einum inngjaldskorti og mælt verður til at tilmelda sjálvvirkandi gjaldsavtalu til gjaldsskipanina.
Uppsagnarfreistin er tveir mánaðir, og er galdandi frá 1. í mánaðinum. Skrivlig uppsøgn skal verða latin Snarskivuni.
Legg til merkis:
Sambært kunngerð nr. 9 frá januar 1995, hevur kommunan heimild til at siga pláss upp, um eftirstøðan fer út um tríggjar mánaðir. Víst verður til møguleikan fyri fríplássi sambært somu kunngerð. Spurningar um frípláss skulu setast sosialu deild hjá Tórshavnar Býráð.