Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
FO- 188 Hoyvík
Leiðari: Levi Mørk
Tlf.: leiðarin 210547
Teldupostur: levi@torshavn.fo
Varaleiðari: Bjørg Danielsen
Tlf.: varaleiðari 212372
Álitisfólk: Charlotta á Váli Olsen, námsfrøðingur
Trygdarumboð:
Telefonnummar:
Starvsfólk FTS: 212729
Leiðarin FTS: 210547
Skrivstovan FTS: 302372
Leinkir:
Ungdómsvirksemi í Hoyvík:
Hoyvíkar skúli:
Tórshavnar kommuna:



Í foreldraráðnum í FTS eru hesi foreldur:
Oluf Færø
Eydna E. Petersen
Elsebeth Joensen
Rini Sivertsen
Annika W. Jacobsen (eykað)
Viðtøkur fyri foreldraráðið
§ 1. Endamál.
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðara og frítíðarskúlan og skal arbeiða fyri at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovnar og kommunu.
Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.
§ 2. Heiti
Foreldraráðið fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík - Vegurin Langi 23- 188 Hoyvík
§ 3. Foreldraráðslimir
Í ráðið kunnu veljast øll, sum hava børn í stovninum.
§ 4. Atkvøðurættur.
Foreldur ella avvarðandi hava eina atkvøðu hvør.
§ 5. Ráðið
Foreldraráðið er samansett av trimum ella fleiri limun, sum foreldrafundurin ger av. Ávikavist verða tveir og tríggir limir valdir í líkatals ári og ávikavist verða ein og tveir limir valdir í ólíkatals ári. Ráðið verður valt við vanligum atkvøðumeiriluta millum møttu foreldrini ella avvarðandi. Fyri hvønn ráðslim verður valdur ein varðalimur eftir somu skipan sum ráðsval.
Fer barn hjá ráðslimi úr stovninum, tekur varalimur sæti í ráðnum.
Ráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.
Skrivarin skrivar fundarfrásøgn, sum verður undirskrivað av ráðslimunum eftir fundin ella á fyrstkomandi ráðsfundi.
§ 6. Fundir
Foreldraráðið kemur saman minst einaferð um ársfjórðingin og áliggur tá formanninum at kalla ráðið saman.
§ 7. Foreldrafundur
Foreldrafundur verður hildin á heysti eina ferð um árið við hesi dagsskrá:
Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farna ári
Frásøgn frá foreldraráðnum
Uppskot, sum skulu viðgerast á foreldrafundi, skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 14 dagar fyri fundin.
Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboðað.
Foreldrafundurin verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.
§ 8. Samráðingar
Ráðið er lið millum foreldur, stovnsleiðara og kommununa.
§9. Ábyrgd limanna
Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti, sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir, at limur er farin úr ráðnum.
Hvør ráðslimur skal undirskrivað eina váttan um tagnarskyldu.