«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S

Samband

Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
FO- 188 Hoyvík

Leiðari: Levi Mørk
Tlf.: leiðarin 210547
Teldupostur: levi@torshavn.fo

Varaleiðari: Bjørg Danielsen
Tlf.: varaleiðari 212372

Álitisfólk: Charlotta á Váli Olsen, námsfrøðingur
Trygdarumboð: 

Telefonnummar:

Starvsfólk    FTS: 212729
Leiðarin       FTS: 210547
Skrivstovan FTS: 302372  

Leinkir:

Ungdómsvirksemi í Hoyvík:

www.klubb188.com

Hoyvíkar skúli:

http://www.skulin.fo/hoy

Tórshavnar kommuna:

http://www.torshavn.fo/

Frá mess.fo

Ungdómshúsið í Frítíðarskúlanum lat upp í í gjárakvøldið. Undirritaði var og tosaði við Levi Mørk og Bjørg Danielsen, og setti teimum nakrar spurningar
Hvussu ber tað til at tit hava opnað eitt ungdómshús í Frítíðarskúlanum í Hoyvík? 

Tí, tað er  so stórur tørvur á hølum til ung millum 13 og 18 ár. Margarinfabrikkin liggur so langt burtur, og tey í Hoyvík hava onga aðrastaðni at fara. Eisini er tað gott hjá ungdóminum at koma út í millum onnur ung.   

Hví er Ungdómshúsið bara til ung millum 13-18 ár? 
Vit halda at tey ungu mangla støð at fara í, og vit vilja gjarna geva teimum eitt rúsfrítt stað, har tey kunnu hugna og stuttleika sær. Ung, ið eru blivin 18 ár hava onnur støð at fara.

Hví skal húsið verða rúsfrítt? 

Tað er tídningarmikið fyri okkum at fyribyrgja tey ungu. Tvs. at vit vilja gera so nógv sum gjørligt fyri at kunnað tey um hvussu ósunt alkohol, sigarettir o.a er.
  
Hvussu leingi hava tit arbeitt uppá ungomshúsið? 

Vit fingu ikki a vita fyrr enn 03.03 í ár, at tað var møguligt at skapa eitt ungdómshús, so vit hava gjørt skjótt av. Enn er ikki alt komið uppá pláss, men tey ungu skulu eisini sleppa at seta sítt preg á húsið, so tey kunnu føla seg væl.    

Hvat er endamálið við húsinum? 
At tey ungu skulu hava eitt stað at fara til. At fáa tey ungu at socialisera seg, ístaðin fyri at sita inni alt kvøldið framman fyri einum skíggja, kunnu tey koma oman í ungdómshúsið, at vera saman við øðrum við somu áhugamálum. Eisini er eitt av høvuðsmálinum at forða ungdóminum at detta í rúsevni.
Tá tað gongur illa í einum samfelag, er tað oftað tey ungu ið verða gloymd, og tey kunnu tí koma í truplar støður, og vit vilja gjarna hjálpa teimum áðrenn tað kemur so langt.

  
Hvat kunnu tey ungu hugna sær við har? 

Vit hava teldur, við nógvum spølum, playstation, internet, sofur har ein kann slappa av í, og eisini hevur ungdómshúsið leiga høllina einaferð um vikuna, har tey ungu kunnu sleppa at spæla hockey ella onnur líknandi spøl, ið tey hava hug til.  

Hevur ungdómshúsið einki navn fingið enn? 

Nei, ikki enn. Men vit rokna við at tað fer at koma skjótt.
---

15.03.2010
Í kvøld klokkan 17:30 verður almenn móttøka í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, í sambandi við at latið verður upp virksemið fyri ung millum 13 og 18 ár.

Tað verður Jógvan Arge, formaður í Mentanarnevnini hjá Tórshavnar kommunum, sum bjóðar vælkomin, tá tað fyri fyrstu ferð verður opið fyri ungdóminum í kvøld í Ungdómshúsinum hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík.

Fyrst spæla Oniontree nøkur løg. Har verða teldur at royna, playstation, televarp, café, spurnarkappingar, borðtennis og fótbóltspøl.

Talan er um rúsfritt umhvørvi. Upp- og afturlatingartíðir frá 15. mars 2010 til 15 juni 2010 eru mánakvøld frá kl. 18.00 til 22.00 og leygarkvøld frá kl. 22.00 til 02.00. 



Frítíðarskúlin í Hoyvík Vegurin Langi 23 - 188 Hoyvík Leiðari Levi Mørk Fartlf 210547 Teldupostur levi@torshavn.fo Klubb 188 - Leiðari Levi Mørk