|
|

|
|
16. mars 2010 |
|
So er farið í gongd! |
|
Ungdómsvirksemið í Hoyvík lat upp í gjárkvøldið. Levi Mørk, leiðari, bjóðaði vælkomin og takkaði kommunununi fyri, at hon hevði tikið stig til at bjóða ungdóminum í Hoyvík frítíðarskúlan eftir vanliga afturlatingartíð, tvær ferðir um vikuna. Síðani spældi bólkurin Oniontree. Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini helt røðu, og handaði Levi blómur.
Jógvan segði, at sum eina roynd í tríggjar mánar verður opið tvey kvøld um vikuna - mánakvøld og leygarkvøld. Fyribrigdið er ikki ókent í kommununi. Margarinfabrikkin hevur eini 15 ár á baki og er eftirhondini komin væl á lagið. Hon er fyrimynd fyri tí frítíðarvirksemi, sum í fjør varð sett í gongd úti Nólsoy, har tey láta væl at. ---
|

|
|
Opið verður fyrstu ferð fyri ungdóminum 15. mars 2010 í Ungdómshúsinum hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík. Skráin er henda fyrsta kvøldið: Oniontree spælir nøkur løg, tað eru teldur at royna, playstation, televarp, café og spurnarkappingar, borðtennis og fótbóltspøl. Annars skulu tey ungu sjálvi seta dám á. Talan er um rúsfritt umhvørvi. Upp- og afturlatingartíðir frá 15. mars 2010 til 15 juni 2010 eru mánakvøld frá kl. 18.00 til 22.00 og leygarkvøld frá kl. 22.00 til 02.00. Aldursbólkurin er 13 til 18 ár.
| --- |
|
08. mars 2010 |
|
Planet Awards-vinnarabólkurin Oniontree verður bólkurin, sum fer at spæla fyri ungdóminum í Hoyvík mánakvøldið 15. mars 2007. Tað avdúkar Levi Mørk, leiðari fyri frítíðarskúlan í Hoyvík. Oniontree gjørdist ársins nýggi bólkur á Planet Awards 2009. Lag teirra, “The Machine”, hevur eisini fleiri vikur á baki sum nummar eitt á 15 teimum bestu. Hóast bert eitt ár baki, so hevur Oniontree spælt til nógv tiltøk, eitt nú í Vega við The Dreams, og til tiltakið Náttin er ung í Høllini á Hálsi.
Manningin í Oniontree er Sigmund Jørgensen, gittar og sang. Fríði Tanggaard Bjørgvin, gittar og kór. Jan Mýrá, bass og Magnus Ovason, trummur.
---
|

|
|
05. mars 2010 |
|
Gera klárt til ungdómin í Hoyvík |
|
Frítíðarvirksemi verður nú sett í verk fyri ungdóm í Hoyvík. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur í vikuni einmælt samtykt eina royndarskipan, sum byrjar longu um eina góða viku – tann 15. mars 2010.
Virksemið verður í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum er opin fyri ungdóminum eftir vanliga afturlatingartíð.
Í fyrstu atløgu verður talan um tveir dagar um vikuna, mánakvøld frá kl. 18 til 22 og leygarkvøld frá kl. 20 til 02 í tríggjar mánaðir, sum ein royndarskipan. Aldursbólkurin er millum 13 og 18 ár.
Levi Mørk, býráðslimur og leiðari fyri Frítíðarskúlanum í Hoyvík frøist um, at hetta verður sett í verk, og sigur, at hetta er ein stórur sigur fyri ungdómin í Hoyvík. Hann leggur aftrat, at fólkatalið í Hoyvík veksur alsamt og barnatalið við.
- Hetta má eisini gerast aðrastaðni í kommununi, eitt nú í Kollafirði, her kundi ein brúkt loftið í ítróttarhøllini til endamálið. Levi Mørk leggur afturat, at umsitingin arbeiðir við málinum um tilboð fyri ung í Tórshavnar kommunu.
- Vit eru í ferð við at fyrireika at taka ímóti teimum ungu í Hoyvík mánakvøldið 15. mars, og her verður nógv spennandi á skránni. Skráin verður kunngjørd í komandi viku, tað verður bæði tónleikur og ymiskar kappingar. Levi sigur, at øll ung millum 13 til 18 eru vælkomin. |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|

|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|