Frítíðarskúlin í Hoyvík
Vegurin Langi 23
FO- 188 Hoyvík
Leiðari: Levi Mørk
Tlf.: leiðarin 210547
Teldupostur: levi@torshavn.fo
Varaleiðari: Bjørg Danielsen
Tlf.: varaleiðari 212372
Álitisfólk: Charlotta á Váli Olsen, námsfrøðingur
Trygdarumboð:
Telefonnummar:
Starvsfólk FTS: 212729
Leiðarin FTS: 210547
Skrivstovan FTS: 302372
Leinkir:
Ungdómsvirksemi í Hoyvík:
Hoyvíkar skúli:
Tórshavnar kommuna:




Tíðindaskriv: Ungdómsvirksemið í Hoyvík lat upp mánakvøldið. Levi Mørk, leiðari, bjóðaði vælkomin og takkaði kommunununi fyri, at hon hevði tikið stig til at bjóða ungdóminum í Hoyvík frítíðarskúlan eftir vanliga afturlatingartíð, tvær ferðir um vikuna. Síðani spældi bólkurin Oniontree nøkur løg. Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini helt røðu, og handaði Levi blómur.
Jógvan Arge, segði, at sum eina roynd í tríggjar mánar verður opið tvey kvøld um vikuna - mánakvøld og leygarkvøld. Fyribrigdið er ikki ókent í kommununi.
Yvir 100 ung møttu upp
Tað var eitt væleydnað kvøld, har yvir 100 ungdómar hugnaðu sær. Oniontree spældi fyrst nøkur løg kl. 17.30 til almennu móttøkuna og síðani komu teir aftur á pallin kl. 20.00 til 21.00. Teir framførdi sera væl og tey ungu tóku væl ímóti teimun, tey ungu spældu teldu, sóðu televarp, spældi borðtennis, fótbóltsspæl og vóru Youtube gjøgnum stórskíggja. Eisini var kiosk og har kundi tey keypa okkurt lekkurt. Tey yvir 100 ungu fóru sera væl við øllum.
Onkur uppskot um navn
Eisini komu nøkur ung við uppskoti um navn til ungdómshúsið, men tað verður ikki avdúkað enn. Ætlanin er at útskrivað navnakapping millum øll ung og síðani verður støða tikin til um navn til ungdómshúsið.
Opið verður aftur leygarkvøldið kl. 22.00 til 02.00, øll eru vælkomin í aldrinum 13-til 18 ár.